Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eddie Skoller er deyður

Danski undirhaldarin hevði verið sjúkur í langa tíð, upplýsir familjan fyri Ritzau. Hann gjørdist 79 ár

Danski tónleikarin og undirhaldarin Eddie Skoller doyði í gjár eftir longri sjúkralegu.

Tað upplýsir familjan fyri Ritzau.

Hann sovnaði stillisliga við sínum nærmastu kring seg á Ríkissjúkrahúsinum, sigur familjan, sum ynskir at fáa frið til at syrgja.

Tað er ikki upplýst, hvørja sjúku talan var um.

Eddie Skoller varð føddur í Missouri í Amerika í 1944, men búði í Danmark størsta partin av lívi sínum.

Longu sum barn droymdi hann um at gerast undirhaldari. Tað gjørdist veruleiki, tá hann síðst í 1960’unum fór at føra seg fram á palli.

Hann var serliga kendur fyri at syngja sangin “What did you learn in school today”, ið hann tillagaði til gjøgnum árini. Upprunaliga sang Pete Seeger hendan sangin, sum var ein protestsangur móti amerikonsku stjórnini, ið sendi ungar mans í kríggj í Vietnam.

Yrkisleiðin hjá Eddie Skoller gjørdist drúgv, og fevndi seg til fleiri tíggjuáraskeið. Seinnu árini hevði hann millum annað verið á turné við “nostalgi-forestillinger” og framført fyri virkjum og á kongressum.

Í 2020 gjørdi hann eisini come-back í serligari konsertútgávu av sangleikinum “Jesus Christ Superstar”. Eddie Skoller spældi sjálvur við í framførsluni, tá hon í 1972 varð frumframførd í Danmark.

Undirhaldarin var eisini ein íðin tennisspælari. Í fleiri ár spældi hann saman við tónaskaldinum Bent Fabricius-Bjerre, sum doyði í 2020.

Privat hevur Eddie Skoller verið saman við mongum kendum kvinnum, teirra millum sjónleikaranum Lisbet Lundquist, sum hann var giftur við frá 1983 til 1990.

Eisini var hann í tíggju ár giftur við norsku songkvinnuni Sissel Kyrkjebø. Skilnaðurin frá henni var serliga trupul, hevur hann áður sagt í samrøðum við miðlar.

Les eisini...  Sára er nýggj á landsliðnum

Eftir Eddie Skoller sita fimm børn og konan Dorrit Elmquist.

/ritzau/

Her er “What did you learn in school today” úr Íslandi í 1990:

Her er versjónin frá hansara “Best of Eddie Skoller”: