Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Venjing í Sandoyartunlinum seinnapartin

Allar skipanir í nýggja tunlinum hava verið trýstroyndar, og í dag verður seinasta royndin, sum er ein bjargingarroynd, áðrenn øll loyvi eru komin upp á pláss

Fólk telja niður til 21. desember, tá Sandoyartunnilin letur upp fyri almenninginum, og tað verður nakað heilt serligt fyri sandoyingar, at nú verður “landfast”, og koyrast kann úr og til Sandoynna allar tímar á døgninum.

Men áðrenn tað verður veruleiki, so skal tann seinasta royndin, sum er ein bjargingarroynd, fáast av hondini í øllum góður, so verður klárt at koyra snórin upp, sum verður kliptur á ársins stytsta degi, tá tunnilin letur upp.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi boðar frá í morgun, at nú manglar bara hendan seinasta royndin, áðrenn øll loyvi eru komin upp á pláss.

– Hetta er ein kravd bjargingarvenjing, áðrenn tunnilin kann lata upp. Vit byrja seinnapartin, og venjingin verður í nakrar tímar. Vit fara at trýstroyna allar skipanir í tunlinum í samband við hesa bjargingavenjing, men vit fara at royna at órógva vanligu ferðsluna sum minst. Høvuðsstaðarøkið verður spart, men fólk mugu rokna við nakað av aktiviteti kring landsvegin við Velbastað, sigur vaktleiðarin.

Tað vera ymisk ímyndað hendingagongdir, sum fara fram til hesa venjing, og millum annað fleiri akfør fara at vera partur av venjingini.

– Øll akførini vera á einum stað nærhendis Velbastað, og nøkur av teimum verða send avstað við stuttum millumbili, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.