Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Verjukendur hópur úttikin

Nógvir miðverjar úttiknir til dystirnar móti Póllandi og Moldova

Landsliðsúttøka var í FSF-húsinum í morgun í samband við, at landsliðið skal spæla úti móti Póllandi og heima móti Moldova í september.

Hósdagin 7. september spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy stadion í Warszawa, og sunnudagin 10. september spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli.

Landsliðsvenjarin tók stutt samanum seinastu dystirnar, ið vóru móti Kekkia og Albania. Móti Kekkia var ikki nógv at skriva heim um, tí Kekkia var nógv betur á degnum.

Landsliðsvenjarin visti av, at fótbóltsáhugaðir føroyingar kravdu eitt úrslit móti Albania, og tað arbeiðir landsliðið altíð fram ímóti, men hann vísti á, at sjey spælarar úr Albania spæla í Seria A, so viðhvørt eru vit upp í móti yvirmaktini.

Higartil eru 22 mans úttiknir, so tað er pláss fyri tveimum afturat. Allarhelst verður ein málverji og ein høgri bakkur úttikin afturat, men tað verður greitt seinni í vikuni, sigur landsliðsvenjarin.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar:
Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

Miðvallarar:
Jákup á Biskupstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Framherjar:
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)