Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðgunn vil hava fleiri fólk í bussarnar

Ferðafólkatalið við Bygdaleiðum lækkar støðugt, og tí spyr Eyðgunn Samuelsen landsstýrismannin við samferðslumálum, hvørji átøk kunnu gerast, so fleiri velja at koyra við bussi

– Seinastu árini er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum støðugt lækkað. Hetta er ein gongd skeiva vegin.

Soleiðis skrivar Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, í fyrispurningi til landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennis Holm, har hon vísir á, at ynskja vit at fáa fleiri fólk at nýta kollektivu og almennu ferðamøguleikarnar – og harvið minka um samlaða útlátið frá akførum – er neyðugt við eini menningarætlan fyri Bygdaleiðir.

Í fyrispurninginum skrivar Eyðgunn Samuelsen, at tann størsta minkingin í ferðafólkatali seinastu tíggju árini er á leið 400, sum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík, har talið er minkað niður í helvt.

Nýggja leiðin 401, sum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík umvegis Eysturoyartunnilin, koyrir einans tvær ferðir um dagin – og ongan túr í vikuskiftinum.

– Í dagsins samfelagi ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri útlát og meira slit á vegirnar, skrivar Eyðgunn Samuelsen í fyrispurningum til Dennis Holm.

Tí eftirlýsir tingkvinnan eina menningarætlan fyri Bygdaleiðir, soleiðis at fleiri fólk fara at nýta bussarnar framum egnan bil.

– At stórir bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til hendan flutning gagnar hvørki SSL, landinum ella umhvørvinum. Tí vóni eg, at vit fáa eina loysn sum skjótast, sigur Eyðgunn Samuelsen.