Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Georg L. Petersen sagt seg úr starvi

Kringvarp Føroya skal hava nýggjan tíðindaleiðara, og lýst verður eftir nýggjum tíðindaleiðara at byrja sum skjótast

Georg L. Petersen hevur sagt seg úr starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

– Hesi fýra árini, eg havi sitið sum tíðindaleiðari, hava verið spennandi og avbjóðandi. Fleiri átøk eru framd bæði í útvarpi og sjónvarpi. Nú standa aðrar broytingar fyri framman, og tí er best, at onkur annar sleppur framat, sigur Georg L. Petersen í tíðindaskrivi frá Kringvarpi Føroya.

Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna talgildu pallarnar, og hetta fer at hava broytingar við sær, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

– Strategiskt leggja vit orku í eina talgilda snaring, og tað fer at seta nýggj krøv til leiðslu og starvsfólk. Samstundis skulu vit alla tíðina hava fokus á at menna perspektiverandi og kritiska journalistikkin, sigur kringvarpsstjórin.

Tíðindadeildin í KvF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í Føroyum. Har starvast 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin framleiðir tilfar til útvarp, sjónvarp og net.

Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til ein nýggjur er settur skjótast gjørligt, skrivar Kringvarp Føroya.