Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan í tvey ár afturat

Á tíðindafundi í FSF-húsinum í dag varð kunngjørt, at FSF hevur valt at leingja sáttmálan við Håkan Ericson fyri tvey ár afturat

Fótbóltssamband Føroya hevði tíðindafund í FSF-húsinum í dag í samband við landsliðúttøkuna til dystirnar móti Póllandi og Moldova.

Umframt landsliðsúttøkuna, so hevði FSF-forsetin, Christian Andreasen, eisini orðið, har hann kunngjørdi, at FSF og Håkan Ericson er vorðnir samdir um ein nýggjan tvey-ára sáttmála millum partarnar.

FSF-forsetin vísti á, at tað var ein samd FSF-nevnd, sum stóð við avgerðini at leingja sáttmálan við Håkan Ericson, tí nevndin er sera nøgd við avrikið, sum svenskarin hevur havt við føroyska landsliðnum.

Av teimum 34 landsdystunum, so hevur føroyska A-landsliðið fingið úrtøku í helvtini av dystinum, har tað er blivið til átta sigrar og níggju javnleikir.

– Vit vunnu Nations League næstseinast, og eru nú í bólki C, har vit megnaðu at varðveita sætið í deild C. Håkan og toymið hansara kemur við nógvari professionalismu, sum vit eru sera nøgd við í FSF, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, á tíðindafundinum.