Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fimm revsimál afturat avgjørd í Eystara Landsrætti

Týsdagin, mikudagin og hósdagin vórðu fimm revsimál afturat avgjørd í Landsrættinum, sum hevur verið í Føroyum síðstu tvær vikurnar

Føroya Politi skrivar, at:

Týsdagin vóru tvey ferðslumál á skrá. Í báðum førum var talan um rúsdrekkakoyring.

Í fyrra málinum var ein maður ákærdur fyri at hava koyrt við eini promillu upp á 1,35. Maðurin fekk í Føroya Rætti eina sekt og bleiv frákendur rættin at koyra bil í trý ár. Dómurin bleiv staðfestur av Landsrættinum.

Í seinna málinum var ein maður ákærdur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka tvær ferðir við eini promillu uppá ávikavist 2,47 og 2,45. Harumframt var maðurin ákærdur fyri í trimum førum at hava koyrt uttan at hava rætt at koyra bil. Maðurin var eina ferð áður dømdur fyri rúsdrekkakoyring. Maðurin var í Føroya Rætti dømdur 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing, eina sekt og bleiv frákendur rættin at koyra bil í tíggju ár. Eystari Landsrættur staðfesti dómin við tí broyting, at rætturin at koyra bil var frákendur í átta ár.

Mikudagin vóru eisini tvey revsimál á fyri í Landsrættinum.

Fyrra málið snúði seg um stuldur og samlegu við barn undir 15 ár. Ein maður var í Føroya Rætti dømdur eitt árs fongsulsrevsing, av hesum vóru tríggir mánaðir treytaleysir, meðan níggju mánaðir vóru treytaðir við treyt um m.a. samfelagstænastu. Landsrætturin broytti dómin, soleiðis at revsingin upp á eitt árs fongsul í síni heild bleiv treytaleysur.

Seinnapartin mikudagin viðgjørdi Landsrætturin eitt mál um innsmugling av umleið tíggju kilo av hassji til Føroya. Tveir menn vóru í Føroya Rætti dømdir ávikavist eitt ár og fimm mánaða fongsul og eitt ár og tríggjar mánaða fongsul. Landsrætturin staðfesti dómin, tó soleiðis at revsingin hjá tí eina var sett niður til eitt ár og fýra mánaðir.

Les eisini...  Aston Villa hava fingið nýggjan ítróttarstjóra

Hósdagin vóru eisini tvey mál á skrá. Í fyrra málinum, sum var eitt mál um harðskap, bleiv kæran tikin aftur. Tá ein kæra verður tikin aftur, verður dómurin hjá Føroya Rætti endaligur.

Seinna málið snúði seg um rúsdrekkakoyring. Førarin hevði eina promillu upp á 1,43. Dómurin í Føroya Rætti var sekt og frákenning av rættinum at koyra bil í trý ár. Eystari Landsrættur staðfesti dómin.

Eystari Landsrættur verður aftur í Føroyum 6. november til 17. november 2023.