Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hopp Tórshavn vann aftur í Landsrættinum

Enn einaferð hevur Landsrætturin staðfest, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á el-rennihjólini hjá Ebenezer Ásgeirsson, áðrenn lógin varð broytt tann 1. juni

Eystari landsrættur hevur frídømt Ebenezer Tórarinn Ásgeirsson fyri at bróta ferðslulógina, tí hann hevur innflutt og brúkt el-rennihjól í Føroyum.

Tað skrivar Kringvarpið.

Landsrætturin hevur tí broytt dómin hjá Føroya rætti frá 13. juni í fjør, ið kom fram til, at el-rennihjól ikki kunnu nýtast á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Dómurin í Føroya rætti staðfesti tá, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt, men Landsrætturin sigur, at politiið ikki hevði heimild at leggja hald á el-rennihjólini, áðrenn lógin varð broytt.

Tann 1. juni í ár kom broytingin í ferðslulógini, sum nú setur forboð fyri at brúka el-rennihjól á almennum vegi.

Sleppur undan sekt
Eigarin av Hopp Tórshavn fekk í Føroya rætti 2.000 krónur í bót, fyri eitt brot á ferðslulógina, tá hann í koyrdi einar tríggjar tímar uttanfyri løgreglustøðina í Havn.

Tann partin av dóminum appelleraði hann ikki.

Í Føroya rætti fekk Ebenezer Ásgeirsson 700 krónur í bót fyri el-rennihjólini. Men teirri sektini sleppur hann frá, nú hann er frídømdur.

Sambært Landsrættinum, so skal statskassin bera sakarkostnaðin í Føroya rætti og í Landsrættinum.

Tað var ákæruvaldið, ið kravdi dómin hjá Føroya rætti staðfestan.

Vunnið í Landsrættinum fyri aðru ferð
Tað var beint eftir ólavsøku í 2021, at fyritøkan Hopp Tórshavn setti 50 el-rennihjól út til fólk at leiga. Fyritøkan var fullvís í, at rennihjólini vóru lóglig í Føroyum, eftir at Akstovan, í einum øðrum máli, hevði sligið fast, at el-rennihjól ikki vórðu mett at vera “pocket bikes”.

Men, sambært Ebenezer Ásgeirsson, so broytti Akstovan sína tulking, og stutt eftir, at el-rennihjólini vóru tøk í havnargøtum, byrjaði løgreglan at leggja hald á tey.

Les eisini...  Gullsett kunnu avgera flogbóltsfinalurnar

Tað endaði tá við rættarmáli, har løgreglan fekk viðhald í Føroya rætti, men tá málið var fyri í Landsrættinum í januar í 2022 var niðurstøðan greið: Løgreglan hevði ikki loyvi til at leggja hald á el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn.

Og soleiðis var niðurstøðan aftur hesa ferð í Landsrættinum.

Les eisini: