Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Runavíkar kommuna fær eina átalu afturat

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá einum fjølmiðli um, at Runavíkar kommunu ikki hevur svarað teirra umbøn um alment innlit í eitt mál um eitt ávíst byggiloyvi. Umboðsmaðurin heldur, at málsviðgerðin av málinum ikki hevur verið nøktandi og gevur Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum

Ein fjølmiðil hevur klagað um, at Runavíkar kommuna ikki hevur svarað eini umbøn um alment innlit í eitt mál um eitt ávíst byggiloyvi.

Innlitsumbønin varð send kommununi tann 20. juni 2023, men kommunan svaraði ikki umbønini um innlit fyrr enn 20. juli 2023 og sendi onga kunning um, at málið ikki kundi avgreiðast innan tíggju dagar og hví so var.

Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at tað gekk ein ein mánaður frá tí, at klagarin tann 20. juni søkti um alment innlit, og til Runavíkar kommuna tann 20. juli svaraði innlitsumbønini, og at klagarin ikki fekk nakra fráboðan samsvarandi reglunum í § 16, stk. 2 í innlitslógini.

– Harafturat svaraði kommunu heldur ikki mínari umbøn um frágreiðing og skjøl rættstundis, men mátti eg senda tvær áminningar, áðrenn eg fekk svar sum umbiðið. Hetta er ikki nøktandi, skrivar Løgtingsins umboðsmaður í úrskurðinum.

Umboðsmaðurin vísir á, at í § 16, stk. 2 í innlitslógini er ásett, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan tíggju dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

Tá umboðsmaðurin bað um frágreiðing og skjølini í málinum, svaraði kommunan heldur ikki rættstundis, og varð tí neyðugt at senda tvær áminningar fyri at fáa svar sum umbiðið.

”Vísandi til skriv tykkara, so er einasta orsøk til at málið ikki er svarað, at umsitingin ikki hevur havt stundir til at avgreiða hetta áðrenn summarferiuna – hetta áttu vit sjálvandi at havt fráboðað, men tað er tíverri ikki gjørt”, skrivar Runavíkar kommuna til Løgtingsins umboðsmann, eftir at áminningarnar vórðu sendar kommununi.

Les eisini...  Meinlíkir leikarar

Men hesa frágreiðingina frá kommununi heldur Løgtingsins umboðsmaður lítið um.

– Frágreiðingin hjá Runavíkar kommunu um, at umsitingin ikki hevði stundir til at avgreiða málið áðrenn summarferiuna, og at tey tíverri ikki høvdu sent klagaranum fráboðan um hetta, ber brá av, at viðgerðin av innlitsmálum ikki er nógv væl skipað.

Umboðsmaðurin hevur tí givið Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 23/14461)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður her.