Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá sigursmálinum, Matthias Hellisdal skoraði í fyrra hálvleiki. Hoyr eisini samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við málverjan hjá B36, Matthias H. Lamhauge og høvuðsvenjaran hjá ÍF, Alaksandar Jovevic. Matthias fegnast um sigurin hóast tað gjørdist ein heldur tepur sigur. Alaksandar staðfestir gott avrik og góðan hugburð hjá sínum monnum hóast 0-1 tapið.

