Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 á liðmenningartúri eftir dystin móti Víkingi

– Nú skulu vit aftur á beint, sigur B36 venjarin, sum, umframt restitutiónsvenjingar, team building túr og taktiskar venjingar, hevur greinað dystin í Sarpugerði, har B36 mátti leggja rygg til stórtap

Úrtøkan hjá besta mansliðnum hjá B36 hevur verið soltin seinastu vikurnar. Eitt stig spurdist burturúr dystunum ímóti 07 Vestur, NSÍ og Víkingi, sum hevur við sær, at liðið er nummar seks í landskappingini við tíggju stigum eftir seks dystir, men nú ræður um hjá spælarahópinum at koma aftur á lagið í kvøld.

– Í seinna hálvleiki ímóti Víkingi mugu vit bara ásanna, at mótburðurin ikki varð handfarin nóg væl, og bæði avrikið og úrslitið vóru als ikki nóg góð, sigur høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík, við heimasíðu felagsins.

Hann er eisini ivaleysur um, at B36 hevur havt mótgang seinastu tíðina.

– Fótbóltur kann vera eirindaleysur, tá mál ikki fæst burturúr møguleikunum, sum millum annað var støðan ímóti 07 Vestri. Vit spældu okkum í fleiri góðar støður, men ístaðin fingu vágamenn, sum høvdu tvey skot á okkara mál, eitt stig við sær úr Gundadali, sigur venjarin.

Høvuðsvenjarin ásannar, at hesar báðar seinastu dystirnar hevur B36 ikki fingið nóg nógvar møguleikar burturúr leikligu yvirvágini. Og teir møguleikarnir, sum eru komnir, eru ikki gagnnýttir til fulnar.

– Ein orsøk er positioneringin á vøllinum, har vit til tíðir brúka ov nógvar spælarar í uppbyggjandi spælinum, og av tí sama ikki hava verið nóg væl mannaðir í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum. Víkingarnir vóru kyniskir og revsaðu okkum við sínari fyrstu atsókn í einum dysti, sum vit annars høvdu stýrt fult og heilt, sigur hann.

Eftir 4-0 tapið fyri Víkingi seinasta sunnudag, so skilir FM1 á lagnum, at B36-hópurin fór ein liðmenningartúr mánadagin – ella ein sonevndan team building gongutúr, har liðið gekk ein úr í fjøllini, fyri at fáa samansjóða hópin. Talan var tí ikki um ein straff-rennitúr, eins og vit millum annað kendu tað frá fyrrverandi KÍ-venjaranum, Tony Paris, sum kundi finna upp á at senda KÍ-spælararnar ein rennitúr niðan á Klakk í Klaksvík, um liðið ikki hevði fingið nøktandi úrslit.

Les eisini...  67 mans handtiknir í Nigeria

Framvegis bjartskygdir
Í B36-hópinum eru teir framvegis bjartskygdir um at fáa góð úrslit komandi tíðina.

– Umframt bæði restitutiónsvenjingar og taktiskar venjingar, so hava vit seinastu dagarnar greinað og tosað um dystin í Sarpugerði og sett okkum nøkur deilmál fyri komandi tíðina. Skála hevur staðið seg væl í ár, og teirra sterka verjuketa kann gera tað trupult at spæla ímóti teimum. Hetta er ein dystur, sum vit taka í størsta álvara, sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.

B36-venjarin sigur, at nú ræður tað um at koma aftur á beint, nú liðið hevur tveir heimadystir á skránni komandi dagarnar. Liðið spælir steypadyst ímóti Skála í dag, og mánadagin verður landskappingardystur ímóti ÍF.

– Tað er altíð stuttligt hjá spælarunum at spæla fleiri dystir innan stutta tíð. Tað krevur, at vit brúka fleiri spælarar, so tað vera helst fleiri enn vanligt, sum fáa møguleikan. Eftir tapið í Sarpugerði fegnast vit eisini um, at vit spæla longu aftur í dag, sigur hann.

B36 spælir sum sagt í kvøld heima ímóti Skála í kappingini um Løgmanssteypið, og tann dysturin byrjar klokkan 19.

FM1 fer at siga frá dystinum, har Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður, meðan Heðin Askham verður viðmerkjari.