Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bilførari skuldsettur fyri oljuleka

Løgreglan hevur funnið fram til, at oljudálkingin um vikuskiftið kom frá einum tangabili hjá Magn. Bilførarin er skuldsettur

Leygardagin vóru fleiri vegir í Havn illa dálkaðir av olju, og dálkingin var so ring, at løgreglan føldi seg noydda at ringja runt til miðlarnar at greiða teimum frá dálkingini.

Oljudálkingin var allan vegin til Kollafjarðar, men tað var serliga eftir Marknagilsvegnum, Dalavegnum og á Hvítanesvegnum, at nógv olja var á  vegnum.

Dálkingin var so umfatandi, at tað var torført hjá bilum at koyra eftir vegunum, og løgreglan heitti tí á fólk um ikki at fara at koyra eftir vegunum.

Løgreglan hevur tó fingið greiðu á, at tað var ein tangabilur hjá Magn, ið hevði likið oljuna, og ein bilførari hjá Magn er nú skuldsettur fyri ikki at hava ansað nóg væl eftir, sigur Dimmalætting.

Tað er kortini ikki greitt, júst hvør orsøkin var til, at oljan fór at leka úr bilinum.

Dimmalætting sigur eisini, at aftur í gjár vóru vegir í Leirvík og í Gøtu dálkaðir av olju, og at løgreglan nú arbeiðir við at finna útav, hvar hendan oljan kemur frá.