Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drekkivatnið dálkað ymsastaðni í Tórshavnar kommunu

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Havn, Argjum, Nólsoy, Velbastað og Kaldbak

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Havn, Argjum, Nólsoy, Velbastað og í Kaldbak. Tí mælir Tórshavnar kommuna til, at vatnið verður kókað í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali og í raktu økjunum á bygd.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvørji øki eru rakt av dálkingini.

https://gis.torshavn.fo/dalkad_vatn_alment/

Vís kort í fullari stødd

Kókitilmælið stendur við, inntil nærri boð verða givin. Vatnroyndir verða tiknar í hósdagin 7. september, og úrslitini fyriliggja fríggjadagin 8. september.

Vilt tú tryggja tær, at tú altíð verður kunnað um ólag ella broytingar í kommunalu tænastunum, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni her á heimasíðuni.

Drekkivatnsstøða

Torshavn.fo forsíða

Kelda: torshavn.fo