Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Munnligir fyrispurningar á skrá í tinginum í dag

Munnligir fyrispurningar eru á skrá í tinginum í dag, og ikki færri enn 29 fyrispurningar eru á skrá

Munnligir fyrispurningar eru á skrá í tinginum í dag, og ikki færri enn 29 munnligir fyrispurningar eru á skrá.

Úr rúgvuni kann nevnast sølan av Hasfjord, útbúgving í journalistikki, ávirkanin av havnastongslinum á føroyskar fyritøkur, gongd í haga, og lágmarksútgjaldið í barsilsskipanini.

Spurningarnir eru væl blandaðir millum tey ymisku aðalráðini, og øll landsstýrisfólkini sleppa upp í part í minsta lagi eina ferð at svara upp á spurningar.

Tingfundurin byrjar kl. 10, og fyrispurningarnir kunnu síggjast niðanfyri.

1Atkvøðugreiðsla SS-002/2023 – Eldraverja
2Umrøða av spurningi MS-001/2023 – Aðalstjórar og raksturin av aðalráðunum
3Umrøða av spurningi MS-002/2023 – Verjusemja
4Umrøða av spurningi MS-003/2023 – Trolveiða
5Umrøða av spurningi MS-004/2023 – Ljósið í Leynatunlinum og trygdin framvið landsvegi við tunnilin
6Umrøða av spurningi MS-005/2023 – Virðisvøkstur
7Umrøða av spurningi MS-006/2023 – Sølan av Hasfjord
8Umrøða av spurningi MS-007/2023 – Útbúgving í journalistikki
9Umrøða av spurningi MS-008/2023 – Styttri skúladagur í Skúlanum á Fløtum
10Umrøða av spurningi MS-009/2023 – Dagstovnalógin, frítíðarheim og børn við serligum tørvi
11Umrøða av spurningi MS-010/2023 – Krav um lærugreinar í fólkaskúlanum
12Umrøða av spurningi MS-011/2023 – Útbygging av flogvøllinum
13Umrøða av spurningi MS-012/2023 – Revsilógin og sálarligur harðskapur
14Umrøða av spurningi MS-013/2023 – Innferðarloyvi
15Umrøða av spurningi MS-014/2023 – Hvussu hevur havnastongsulin ávirkað føroyskar fyritøkur
16Umrøða av spurningi MS-015/2023 – Minni virksemi
17Umrøða av spurningi MS-016/2023 – Matmenning
18Umrøða av spurningi MS-017/2023 – Fríhandilsavtalur
19Umrøða av spurningi MS-018/2023 – Avleiðingar av herdu tiltøkunum mótvegis Russlandi
20Umrøða av spurningi MS-019/2023 – Gongd í haga
21Umrøða av spurningi MS-020/2023 – Gongdin í ferðavinnuni
22Umrøða av spurningi MS-021/2023 – Vantandi bústaðarmøguleikar á útoyggj og smáplássum
23Umrøða av spurningi MS-022/2023 – Útgjaldslágmark í barilsskipanini
24Umrøða av spurningi MS-023/2023 – Búeindir til stutttíðarútleigu
25Umrøða av spurningi MS-024/2023 – Hjálp til heimleys
26Umrøða av spurningi MS-025/2023 – Lýsingarkrónur í miðlunum
27Umrøða av spurningi MS-026/2023 – Pensjonistar á arbeiðsmarknaðinum
28Umrøða av spurningi MS-027/2023 – Javnbjóðis atgongd til heilsutænastur
29Umrøða av spurningi MS-028/2023 – Nýrasjúklingar og bíðilistar
30Umrøða av spurningi MS-029/2023 – Fíggjar- og búskaparmál