Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lóg um føroyskt sum annaðmál samtykt

Lógin skal tryggja øllum borgarum í Føroyum yvir fólkaskúlaaldur, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving í føroyskum

Landsstýrismaðurin í Barna- og utbúgvingarmálaráðnum fegnast um, at løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál í dag var samtykt, LM-085/2023.

Lógin skal tryggja øllum borgarum í Føroyum yvir fólkaskúlaaldur, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving í føroyskum. 

Í nógv ár hevur undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin verið fyriskipað sum frítíðarundirvísing innan kommunala geiran. Henda skipan hevur virkað væl, og hava tilflytarar kring landið havt møguleika fyri at tekna seg til málskeið, ið hava lagt lunnar undir málsligari og samfelagsligari integratión. 

Ásannandi, at tørvurin fyri undirvísing í føroyskum er í vøkstri grundað stórari tilflyting til Føroya, er neyðugt við einari lóg, sum skal tryggja javnbjóðis atgongd hjá øllum tilflytarum til somu undirvísingar- og útbúgvingartilboð. Talan er um ein løgfrøðiligan karm, sum er fleksibul, og sum skjótt kann laga undirvísingartilboðini til tørvin hjá borgarum, samfelagnum og vinnuni.

Tað verður Undirvísingarstýrið saman við góðkendum skúlum, ið kemur at samskipa undirvísingina.

Kelda: Barna- og útbúgvingarmálaráðið