Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinir Johannesen spyr um stytta arbeiðsviku

Fólkaflokstingmaðurin vil hava at vita, hvørjar útrokningar landsstýrið hevur gjørt um stytta arbeiðsviku

Nógv hevur verið at hoyrt um stytta arbeiðsviku seinastu mánaðirnar, og nú skal málið eisini viðgerast á politiskum stigi.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, sum eisini umsitur arbeiðsmarknaðarmál, fyrispurning, har hann vil hava greiðu á viðurskiftum kring stytta arbeiðsviku.

Beinir Johannesen vil vita, um landsstýrið hevur ætlanir um at leggja fram uppskot um stytta arbeiðsviku í heyst, og um landsstýrið hevur gjørt sær nakrar útrokningar fyri, hvat stytt arbeiðsvika væntast at kosta, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.

Sambært Beinir Johannesen vilja serfrøðingar mæla frá at stytta arbeiðsvikuna, men samstundis sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin eisini, at tær útrokningarnar, sum higartil hava verið frammi um stytta arbeiðsviku, hava verið ymiskar.

-Er ætlanin at fremja hetta, er áhugavert at fáa at vita, um landsstýrið sjálvt hevur nøkur tøl fyri, hvør kostnaðurin verður, bæði fyri privata og almenna arbeiðsmarknaðin, sigur Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.