Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U21-landsliðsvenjarin stórfegnast um eitt gott úrslit og eitt framúr avrik

Hoyr Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjara í samrøðu við Hera Simonsen seta orð á glæsiliga 3-2 útisigurin hjá føroyska U21-landsliðnum í EM-undankappingardystinum móti Belarus á útivølli í Armenia. Spælt var í Armenia orsaka av ótryggu støðuni í Belarus. Eyðun er sera fegin um sigurin og um avrikið, og staðfestir, at Jørgen Nielsen stóð serliga sterkur í myndini við at skjóta reint hattrick í dag. Eyðun slær fast, at U21-landsliðið fer nú eftir at fáa stig móti Kroatia á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík komandi týskvøld klokkan 18.

Savnsmynd: FSF