Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sverri Sandberg Nielsen aftur til OL

Við einum 2. plássi í HM hálvfinaluni í dag tryggjaði Sverri Sandberg Nielsen sær luttøku til OL í París í 2024

Rógvarin Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági skal aftur royna seg á Olympisku leikunum í einkultskullara.

Hetta er greitt, eftir at hann í dag róði seg til eitt 2. Pláss í hálvfinaluni í HM í Beograd í Serbia.

Umframt pláss í finaluni tryggjar 2. Plássið í hálvfinaluni í dag eisini luttøku til Olympisku leikirnar.

Minstakravið fyri luttøku í Olpympisku leikunum var eitt triðjapláss í hálvfinaluni í dag.

Sverri Sandberg Nielsen tók eisini lut i Olympisku leikunum í 2021, men tá gjørdist tað ikki til heiðursmerki, tí Sverri Sandberg Nielsen endaði á einum 4. Plássi.

Olympisku leikirnir verða næstu ferð hildnir í París í 2024.