Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spældi landsliðsfótbólt í 26 ár og 82 dagar

Fótbóltslívsleiðin bar hann víða, men sigrarnir vóru fáir.

Søgan um Ildefons Lima er eisini søgan um landsliðsfótbóltin í Andorra. Tríggjar ferðir hevur hann møtt føroyska landsliðnum, men er ongantíð farin av vøllinum sum vinnari. Tveir javnleikir á 0-0 er tað vorðið til og eitt tap á 0-1, men kortini hevur hann verið við til at vunnið á HB við Inter Club d’Escaldes í 2021.

Ildefons Lima eigur sostatt tríggjar føroyskar landsliðsblusur, harímillum eina frá Sølva Vatnhamar, sum sera treyðugt vildi lata liðskiparanum hjá Andorra blusuna eftir 0-0 javnleikin í Andorra tann 25. mars 2017. Lima eigur eitt sera umfatandi savn av landsliðsblusum, men hann var ikki við báðar landsdystirnar ímóti Føroyum á heysti 2020 orsakað av trætu við fótbóltssambandið um millum annað Covid-19 mannagongdir.

Hóast hann er føddur í Barcelona, so flutti familjan til Andorra, tá Ildefons Lima var einans tveir mánaðar gamal. Hann spældi fyrsta landsdystin fyri Andorra tann 22. juni í 1997, tá hann var 17 ár.  Andorra tapti 1-4 fyri Estlandi í einum venjingardysti.

Í kvøld leiktu Andorra og Hvítarussland ein 0-0 javnleik í EM-undanbólki I og Ildefons Lima slapp at siga farvæl á heimavølli. Í yvirtíðini kom Ildefons Lima á vøllin sum 43 ár og 273 dagar gamalur fyri allarseinastu ferð. Í kvøld spældi hann so dyst nr. 136 og skoraði 11 mál fyri Andorra; bæði eru met, hóast hann spældi miðverji. Samanlagt vann hann 7 dystir, spældi 17 javnleikir og tapti 112 landsdystir, men hann endaði tó við einum javnleiki og Andorra hevur nú tvey stig í undanbólkinum.

Á fótbóltslívsleiðini spældi Lima fyri feløg í Spania, Grikkalandi, Mexico, Italia, Sveits og Andorra. Í 2001 spældi hann við beiggja sínum, Toni Lima, í griskska felagnum Ionikos FC.

Les eisini...  HB-B36 beinleiðis á FM1 - sunnudagin frá klokkan 16.55

Ildefons Lima eigur eisini met saman við valisiska Billy Meredith og finska Jari Litmanen, tí teir hava spælt landsliðsfótbólt í fýra áratíggju og hann er eisini tann elsti, sum hevur spælt í einum EM-undankappingardysti. Jákup Mikkelsen er sætti í røðini (40 ár og 359 dagar) og var elsti málmaðurin í einum FIFA góðkendum dysti í 2012 (dagin eftir, at hann fylti 42 ár), síðani hava fyrst kolumbiski Faryd Mondragón og egyptiski Essam El Hadary tikið metið.