Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý ættarlið hava spælt í Champions League finaluni

Tað er bert einaferð hent, at trý ættarlið hava verið umboðað í Champions League finaluni.

Hugskotið til Champions League ella Europa Cup fyri meistaralið, sum kappingin kallaðist, eiga fronsku blaðmenninir hjá L’Équipe, Jacques Ferran og Gabriel Hanot. Tað var serliga dysturin á Molyneux leikvøllinum, har Wolves vann 3-2 á ungarska Budapest Honvéd FC eftir at hava verið afturúr 0-2, sum fekk fronsku blaðmenninir upp úr stólinum saman við eysturríkska venjaraúrmælinginum Willy Meisl, tá felagsstjórin hjá Wolves, Stan Cullis, og ensku fjølmiðlarnir skýrdu Wolves til ”Heimsmeistara”. Viðurkendu blaðmenninir og eysturríkarin Willy Meisl vóru rúkandi ósamdir. Fáar dagar seinni hevði franska blaðið, L’Équipe, eitt uppskot um eina europeiska kapping, so tað kundi prógvast, hvat lið nú veruliga var best í Europa.

Tann 13. juni 1956 vann spanska Real Madrid 4-3 á franska Stade de Reims í allarfyrstu europeisku finaluni, sum varð spæld á Parc des Princes í Paris, har 38.239 áskoðarar sóu dystin. Millum leikararnar á spanska liðnum var Marcos Alonso Imaz ella Marquitos, sum hann vanliga varð róptur. Hann vann eisini Europa Cup fyri meistaralið í 1957, 1958, 1959 og 1960, men tapti finaluna í 1962.

Hóast sonurin, Marcos Alonso Peña, fekk sína fótbóltsuppaling við Real Madrid, so spældi hann í Europa Cup finaluni í 1986 fyri FC Barcelona, tá rumenski málmaðurin, Helmut Duckadam, bjargaði fýra brotsspørkum á rað; m.a. frá Marcos Alonso. Steaua București vann sostatt finaluna 2-0 eftir brotssparkskapping.

Í 2020-21 vann abbasonurin, Marcos Alonso Mendoza, Champions League finaluna við Chelsea, sum vann 1-0 á Manchester City. Hann fekk eisini sína fótbóltsuppvenjing við Real Madrid, men spælir nú fyri – FC Barcelona.