Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Viljormur: Vit mugu vera meira kyniskir

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsliðformannin, Viljorm í Heiðunum Davidsen eitt samdøgur undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, ið byrjar á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17. Viljormur slær fast, at skulu Føroyar sigra á Moldova er alneyðugt, at teir eru kyniskir, bæði í álopspartinum og í verjupartinum. Moldova hevur í seinastu dystunum víst, at teir duga at sláa til í teimum røttu løtunum.

Mynd: Rúni á Reynatrøð