Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Odmar: Vit fara eftir sigrinum

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Odmar Færø eitt samdøgur undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, ið byrjar á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17. Odmar staðfestir, at Moldova er eitt liðið í framgongd, men hann heldur, at føroyska landsliðið hevur nóg mikið av dygdum til at kunna knógva Moldova, og tí verður farið eftir sigrinum í morgin.