Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

200 pólendingar vera til dystin Føroyar-Póland á Tórsvølli 12. oktober

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við føroysku pólendingarnar, Sabinu Poulsen og Tomek Przybylski undan dystinum móti Moldova. Sabina og Tomek staðfesti, at føroyingar hava bara fingið rós frá fótbóltsáhugaðum pólendingum fyri avrikið í Warszawa í farnu viku. Tey fortaldu frá, at ikki færri enn 200 pólendingar vera til dystin Føroyar-Póland á Tórsvølli 12. oktober. Sjálvi fara tey at taka sær av ferðini hjá fleiri av hesum pólendingunum, og tað verður ikki smávegis uppgáva hjá Sabinu og Tomek.

Mynd frá facebookvanganum hjá Sabinu Poulsen