Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dreingir og gentur skulu javnstillast í sambandi við tilboð um HPV koppseting

Margit Stórá, landsstýriskvinna, er sinnað at broyta skipanina við HPV koppseting, soleiðis at dreingir og gentur fáa bjóðað koppseting eins leingi

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, sigur seg vera sinnaða at gera broytingar í tilboðnum um koppseting fyri HPV virus, soleiðis at dreingir og gentur verða líkastillað í skipanini.

Sum støðan er í dag, fáa gentur boðið ókeypis koppseting fyri HPV virus frá tær eru 12 ára gamlar til tær eru 28 ára gamlar.

Dreingir fáa hinvegin ókeypis koppseting frá teir eru 12 ára gamlir til teir eru 17 ára gamlir, og vilja teir hava koppsetingina eftir hetta, mugu teir rinda fyri hana sjálvir.

Margit Stórá ger greitt, at tilboðið um ókeypis koppseting varð sett í gildi í Føroyum samstundis sum í Danmark, og tað var í 2009.

Men meðan tað í Danmark varð boðið til fleiri árgangir, rakk játtanin ikki til hetta í Føroyum, og upprunaliga var tí bert ein árgangur, ið fekk bjóðað koppsetingina.

So hvørt sum játtanin til skipanina er økt, eru fleiri árgangir lagdir aftrat tilboðnum.

Mongu broytingarnar elvdu til ørkymlan hjá heilsustarvsfólkum, tí tað var so torført at fylgja við, hvørjir árgangir høvdu rætt til ókeypis koppseting.  Úrslitið varð, at tilboðið varð víðkað til at fevna um gentir upp til 28 ár, men tilboðið varð ongantíð víðkað fyri dreingir, og tí fáa teir framvegis ókeypis koppseting til teir eru 17 ára gamlir.

HPV virus kann elva til krabbamein í lívmóðirhálsinum.