Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hundatrupulleikar í Hvannasunds kommunu

Ov nógvir leysir hundar eru í Hvannasundi, og ov ofta taka hundaeigarar ikki upp eftir hundinum hjá sær

Hvannasunds kommuna rópar nú varsgó, nú tað javnan hendir seg, at kommunan fær áheitanir frá borgarum í kommununi um trupulleikar við leysgangandi hundum, og at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.

Kommunan vísir í hesum sambandi á galdandi lóggávu og minnir hundaeigararnar á, at hundar skulu havast í bandi, og at neyðugt er altíð at taka upp aftur eftir hundinum.

Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.