Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ørkin í Reykjavík skal hava nýggjan leiðara

Núverandi leiðari ynskir at venda aftur til Føroya

Gott og væl tey seinastu trý árini hevur Barbara H. Jensen verið leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin, í Reykjavík.

Men nú er greitt, at Ørkin skal hava ein nýggjan leiðara.

Trúboðin skrivar, at nú ynskja Barbara H. Jensen og maðurin, Sólbjørn, at venda aftur til Føroya at búgva.

Við Trúboðan sigur Barbara, at starvið hevur verið spennandi, avbjóðandi og gevandi, og er hon fegin fyri tíðina í Reykjavík, sum hevur givið fleiri góðar løtur og upplivingar.

Hon er eisini glað fyri dagføringina, sum er farin í gongd av Ørkini – við tað, at fyrsti triðingur av vindeygunum eru skift. Restin verður skift komandi vár, og tá skulu eisini dagføringar gerast innan.

Nú arbeiðir stýrið fyri Ørkina við at finna nýggjan leiðara, ið skal leiða Ørkina frameftir.

Íbúð er knýtt til Ørkina, har leiðarin kann búgva í.

Kelda: Trúboðin