Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rektarin á Glasi: Talan er ikki um burturvísing

Nakrir næmingar á Glasi hava mist rættin at vera til undirvísing í nakrar dagar. Hetta, tí leiðslan ikki góðtekur happing, eftir at ein sonevndur straffbarlisti bleiv tveittur av sættu hædd í gjár

– Vit vilja ikki hava happing her á Glasi. Vit vilja, at øll skulu kenna seg trygg her, tí tað er fyrsta fortreytin fyri læring, og tí er henda avgerðin tikin.

Tað sigur Una Joensen, rektari á Glasi, nú nakrir næmingar hava mist rættin at fáa undirvísing í nakrar dagar, eftir at tann sonevndi straffbarlistin varð tveittur av sættu hædd í gjár.

Straffbarlistin er ein listi, har næmingar á síðsta ári, skriva nøkur niðrandi ting um yngri næmingar og tað mótsetta kynið, umframt at lærarar fáa nøkur orð við á vegnum.

– Talan er ikki um burturvísing, men heldur tað, at næmingar missa rættin at fáa undirvísing í nakrar dagar. Hesir næmingar kunnu koma aftur til undirvísing hósmorgunin, sigur rektarin, Una Joensen.

Rektarin vísir á, at leiðslan hevur ávarað sínar næmingar um hesar listar, og tað ikki verður góðtikið, at hesir listar verða gjørdir, tí tað er brot á skilhaldsreglurnar, og tí metir rektarin, at hesi agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglurnar eru passandi í hesum føri.

Hoyr samrøðuna við rektaran á Glasi her:

Les meira:

Les meira: