Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fernando Santos er koyrdur

Portugisiski venjarin var venjari fyri pólska landsliðið í 232 dagar

Póllandi skal hava ein nýggjan landsliðsvenjara, sum um ein mánað skal spæla landsdyst á Tórsvølli móti Føroyum.

Fyri løtu síðan varð Fernando Santos koyrdur sum pólskur landsliðsvenjari.

Tað váttar tíðindamaður fyri FM1, sum arbeiðir fyri miðilin, WP Sportowefakty.

Fimm dystir í EM-undankappingini og ein vinadystur móti Týsklandi. Tríggjar sigrar og trý tap – herímillum 3-2 tapið fyri Moldova og seinast 2-0 fyri Albania sunnudagin. Tað bleiv úrtøkan hjá fyrrverandi EM-vinnaranum, sum vann EM í 2016 við Portugal, Fernando Santos, ið náddi at vera pólskur landsliðsvenjari í 232 dagar. Hann varð settur í starv tann 24. januar í ár.

Fyri løtu síðan var tíðindafundur, har formaðurin fyri pólska fótbóltssambandið, Cezary Kulesza, at Fernando Santos ikki longur er pólskur landsliðsvenjari, og at tað laka úrtøkan, sum er atvoldin til tess. Hann viðurkendi, at tað var ein feilur at seta portugisan í starv, og tí var neyðugt at skilja seg av við Santos nú, fyri at bjarga keðiligu støðuni, sum pólska landsliðið er í.

– Tað var eingin kemi millum spælarar og venjaran. Santos tosaði sjáldan við spælararnar, tá liðið var samlað til landsliðssamlingar, og hann tóktist vera líkaglaður við huglagið í hópinum. Fyri hann var tað bara úrslitini á vøllinum, ið vóru galdandi fyri hann, eru hørðu orðini, sum Fernando Santos fær sendandi sín veg frá forsetanum í pólska fótbóltssambandinum, Cezary Kulesza.

Pólland skal nú hava ein nýggjan landsliðsvenjara, men nýggi venjarin fær ikki nógva tíð at seta sín dám á pólska landsliðið, áðrenn Pólland skal møta Føroyum tann 12. oktober og Albania tann 15. oktober.

Les eisini...  Sølvi: – Vit fara at gera alt fyri at gera tað trupult fyri teir

Pólski hópurin verður samlaður tann 9. oktober, men um 25. september skal hópurin kunngerast.

Pólland er nummar fýra við seks stigum í bólki E, meðan Føroyar eru nummar fimm við einum stigi í undankappingini til EM-endaspælið í Týsklandi um eitt ár.

Les eisini: