Yvir 5.000 flóttafólk eru komin til lítlu italsku oynna Lampedusa, ið liggur skamt eystanfyri Tunesia.
Ongantíð áður eru so nógv flóttafólk komin til oynna upp á ein dag. Næstan 1.000 flóttafólk komu beint eftir midnátt mikudagin, skrivar ANSA-tíðindastovan.
Eitt fimm mánaðar gamalt barn druknaði í morgun, eftir kaotiska landseting av bjargaðum flóttafólkum frá einum sjóverjuskipi, sum legði at kai í Lampedusa-býi.
Týsdagin komu 110 bátar við 5.112 flóttafólkum til Lampedusa. Í morgun hava myndugleikarnir á staðnum talt 23 aðrar bátar.
Sambært ANSA-tíðindastovuni, so valdar ruðuleiki í havnini í Lampedusa, tí túsundatals flóttafólk eru í løtuni á molanum, og tey fólkini, sum taka sær av flóttafólkum, eru útlúgvaði.
Borgarstjórin í Lampedusa hevur biðið italska forsætisráðharran, Meloni, um hjálp, tí oyggin druknar í flóttafólkum, sum hann málber seg, sambært ANSA.
Lítla italska oyggin er 20 ferkilometrar til støddar, og tað búgva 6.000 fólk á oynni.

Lampedusa liggur miðskeiðis millum Tunesia og Malta (Mynd: Google Maps)