Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar Kvøldskúli gevst við undirvísing í føroyskum sum annaðmál

Uppgávan at taka ímóti flóttum og tilflytarum og børnum teirra er nógv størri enn einans at geva teimum málsliga frálæru

Tórshavnar Kvøldskúli gevst við undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Orsøkin er, at byrðan hjá Kvøldskúlanum er vorðin ov tyngjandi.

Starvsfólk á Kvøldskúlanum hava greitt frá, at næmingar á skúlanum, sum eru tilflytarar ella flóttar, ofta hava stórar avbjóðingar, tí teirra lív er merkt av kríggi, vanlukku, kreppu, ótta, sorg og øðrum líknandi avbjóðingum.

Tórshavnar Kvøldskúli metir ikki, at talan er um málsøki, sum Kvøldskúlin hevur ábyrgd av og kann taka hond um.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur kunnað avvarðandi myndugleikar um støðuna, og eftir summarfrítíðina verður undirvísingin ein landsuppgáva, sum Undirvísingarstýrið fer at umsita.

Omanfyri túsund næmingar
Tórshavnar Kvøldskúli er upphav til lærugreinina føroyskt sum annaðmál og eigur stóran og avgerandi lut í, at tilflytarar hava fingið holla og væl skipaða skúlaundirvísing í føroyskum máli og mentan.

Samlaða talið av tilflytarum, sum hava verið í skipinini hjá Tórshavnar Kvøldskúla árini frá 2014 og frameftir er omanfyri eitt túsund. Samlaða talið byggir á næmingatøl frá teimum tíggju tilboðunum, sum hava verið beinleiðis stílað tilflytarum. Sum eitt dømi kann nevnast, at Tórshavnar Kvøldskúli hevur skipað fyri undirvísing í føroyskum fyri flóttum úr Ukraina. Talan hevur verið um undirvísing fyri vaksnum, men eisini fyri børnum í móttøkuflokkinum.

Søguliga gongdin
Tað var í 2014, at starvsfólkini á Kvøldskúlanum løgdu til merkis, at tilflytingin til Føroya øktist munandi, og at tørvur var á meiri undirvísing.

Men søgan um føroyskt sum annaðmál hevur eina uppaftur longri søgu aftan fyri seg.

Fyri 2014 skipaði Kvøldskúlin í mong ár fyri styttri skeiðum á 20 tímar í føroyskum fyri nýbyrjarar, sum lærugreinin tá varð kallað.

Les eisini...  Áhugafelagið Antares: Føroyingar, sum starvast uttanlands, lyfta vælferðina í Føroyum

Á heysti í 2014 varð eitt longri skeið stovnað fyri tilflytarar, sum hava røtur uttan fyri Norðurlond. Tímatalið varð hækkað til 300, og skeiðið varð boðið út í samstarvi millum Kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðið og Arbeiðsloysisskipanina.

Stórur áhugi var fyri hesum skeiði, og 1. januar í 2015 var farið undir framhaldsskeið fyri teir næmingar, sum fegnir vildu halda fram. Framhaldsskeiðini hildu á til juni í 2020, og tað var gjørt í tøttum samstarvi millum Kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið.

Seinastu árini hevur undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verið skipað eftir altjóða leisti, sum veitir frálæru og skipar royndir fyri tilfytarar. Talan er um hina sokallaðu CEFR skipanina, sum er stytting fyri Common European Framwork of Reference for Languages.