Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kunnu Føroyar taka ímóti 250 ukrainskum flóttafólkum

Løgtingið hevur í dag samtykt at hækka talið av loyvdum ukrainskum við 50 flóttafólkum

Føroya Løgting hevur í dag samtykt at seta eitt nýtt mark fyri talið av fyribils uppihaldsloyvum, sum kunnu latast fólkum, sum eru rikin úr Ukraina vegna kríggj.

Við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti, so hevur tað við sær, at kvotan verður hækkað úr 200 upp í 250 flóttafólk.

Orsøkin til hækkingina er, at tað enn er kríggj í Ukraina, og at hildið verður, at Føroyar framvegis eiga at gera sítt til fyri at hjálpa teimum fólkum, ið verða rikin burtur úr Ukraina, til støðan í heimlandinum aftur gerst trygg.

Í uppskotinum stendur at lesa, at higartil eru 180 fyribils uppihaldsloyvir latin ukrainskum flóttafólkum.

Eisini stendur at lesa, at umleið 41 av teimum 180 fólkunum, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi, eru farin úr Føroyum aftur.

Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, umframt Bárður á Steig Nielsen, Erhard Joensen, Helgi Abrahamsen og Kaj Leo Holm Johannesen atkvøddu ímóti, og teir hava millum annað víst á, at vit eru ikki nóg væl fyrireikað at taka ímóti flóttafólkum her í Føroyum.