Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meistari í fótbólti og amerikonskum fótbólti

Tað kemur fyri, at leikarar skifta ítróttagrein, men tað er sjáldsamt, at leikarar eydnast heilt væl í fleiri av teimum.

Føroyar skakaði fótbóltsheimin við at vinna 1-0 á Eysturríki tann 12. september 1990, men Eysturríki hevur havt tað trupult við at vinna dystir, tá tað verður væntað av teimum, t.d. tapið í hálvfinaluni undir HM 1934 ímóti Italia og tapið fyri Ungarn í bólkaspælinum í EM 2016. Viðhvørt hava eysturríkarar kortini fingið góð úrslit í einstøkum landsdystum.

Fótbóltsleikarar uppliva stjørnustundir, har eitt avgerandi mál kann samanfata eina heila fótbóltslívsleið. Dømi eru Jürgen Sparwasser, Torkil Nielsen, Lars Ricken og Mario Götze. Um tað stóð “Hamburg 1974”, so høvdu tey flestu fótbóltsáhugaði vitað, at Sparwasser skoraði sigursmálið, tá Eysturtýskland vann 1-0 á Vesturtýsklandi undir HM 1974. Torkil upplivdi sítt “Hamburg”, tá Føroyar vann áðurnevnda dystin ímóti Eysturríki í Landskrona í Svøríki, Ricken skoraði sigursmálið fyri Borussia Dortmund í Champions League finaluni í 1997 og Götze gjørdist stóra týska hetjan, tá hann skoraði sigursmálið í HM finaluni í 2014 ímóti Argentina. Anton Fritsch hevði eisini sína stjørnustund og varð bara kallaður “Wembley-Toni” eftir hana.

Hann dugdi ikki enskt, hann hevði ongantíð sæð amerikanskan fótbólt, men Toni Fritsch var eitt natúrtalent og hann broytti amerikanskan fótbólt med alla.

Bara tveir mánaðir eftir, at ásarveldini, Berlin-Rom, yvirgóvu seg í 1945, varð Anton Fritsch føddur í bygdini Petronell-Carnuntum, sum rómverjar grundløgdu fyri 2.000 árum síðani. Bygdin liggur góðar 40 kilometrar eystureftir Donau-ánni frá eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Sum flest aðrir smádreingir spældi Fritsch fótbólt og 13 ára gamalur fór hann uppí ungdómsdeildina hjá stórfelagnum Rapid Wien, sum júst hevði vunnið eysturríkska meistaraheitið. Har spældi hann alla fótbóltslívsleiðina.

Les eisini...  Runavíkingur stendur við róðrið í FC Hoyvík

Fritsch spældi fyrsta dystin á besta liðnum sum 18 ára gamalur í 1964. Rapid Wien vann meistaraheitið sama ár. Liðið vann somuleiðis meistaraheitið í 1967 og 1968, og Fritsch var eisini við til at vinna eysturríksku steypakappingina í 1968 og 1969.

Samstundis spældi Toni Fritsch níggju landsdystir fyri Eysturríki. Eysturríki megnaði ikki at spæla seg til HM-endaspælið 1966 í Onglandi, men fekk hinvegin møguleikan til at spæla ein venjingardyst ímóti Onglandi í 1965.

Tann 20. oktober 1965 møttust Ongland og Eysturríki á Wembley leikvøllinum. Bobby Charlton legði Ongland á odda 1-0 tíðliga í dystinum, meðan Rudolf Flögel javnaði fyri Eysturríki stutt inn í seinna hálvleik. John Connelly legði Ongland á odda 2-1, tá ein tími var spældur.

Tá 15 minuttir vóru eftir at spæla førdi Ongland 2-1. HM 1966 var bert fáar mánaðir burtur og heimaliðið, sum var ósigrað í 10 dystum, væntaði ein lættan dyst ímóti einum eysturríkskum liði, sum lá niðast í bólkinum við einum stigi.

Tað var hetta ráliga oktoberkvøldið, at ein lágvaksin, klænur 20 ára gamalur høgri vongur frá Rapid Wien spældi fyrsta A-landsdystin fyri Eysturríki. Hann var sjónskur úti á høgra vongi, tí klæðini passaðu illa, darlaðu leysliga uppi á honum og rondin varð togað oman yvir hendurnar og líktist síðsta dronginum, sum varð valdur á spæliplássinum. Fritsch hevði ikki sett sín dám á dystin, tá Eysturríki í 75. minutti fekk eitt fríspark úr stórari fjarstøðu, sum kveikti eina vón. Enski málmaðurin, Ron Springett, misti bóltin, sum lendi fyri føturnar á Toni Fritsch. Heilt natúrliga javnaði hann út, tá hann sparkaði bóltin lágt í netið.

Les eisini...  Grønland fær mobilepay

Fimm minuttir seinni dvøldi Nobby Stiles við bóltinum mitt á vøllinum. Fritsch fangaði bóltin og turnaði móti málinum, og tá enska verjan bakkaði, so smekkaði hann til frá okkurt um 20 metra fjarstøðu. Skotið var hart og turt, og fór sendandi fram við enska málverjanum, Ron Springett, og brast upp í nettakið. Upp á seks minuttir hevði Fritsch vent dystinum og tvær ferðir hevði Fritsch sent bóltin í enska málið. Tað vóru einastu málini, hann skoraði á landsliðnum, men tey vóru skotin ímóti fótbóltsúrmælinginum og enska liðskiparanum, Bobby Moore, og á enskari jørð. Tað var bert 3. ferð, at Ongland tapti á heimavølli ímóti liðum frá fastlandinum: 1. ferð 3-6 ímóti Ungarn tann 25. november 1953; 2. ferð 2-3 ímóti Svøríki tann 28. oktober 1959 og 3. ferð 2-3 ímóti Eysturríki tann 20. oktober 1965. Í øllum førunum var talan um venjingardystir.

Tá ið hann hevði spælt 123 dystir og skorað 15 mál fyri Rapid Wien yvir átta kappingarár, nærkaðist fótbóltslívsleiðin endanum. Fritsch var bert 26 ára gamalur, men hann visti, at hann spældi upp á lánta tíð. “Tú kanst spæla fótbólt, til tú ert okkurt um 32 ára gamalur”, sum hann kundi taka til, tá hann var givin at spæla. Harafturat var ein nýggjur ítróttur um at fáa frænir av Fritsch, sum bara kallaðist “Wembley-Toni”.

Talentleitarin hjá Dallas Cowboys, sum hoyrir heima í amerikonskum fótbólti, leitaði í Europa eftir einum, sum kundi sparka eitt ordiligt fótbóltsspark. Fyrsti hann fór til var Wien og fyrsti leikarin, sum slapp at royna seg var Toni Fritsch. Hann dugdi nóg illa enskt, men skrivaði undir sáttmálan.

Les eisini...  Ace of Base-limur við til 90´ini umaftur

Skjótt gjørdist “Wembley-Toni” stjørnuleikari í kappingini um amerikanska fótbóltsmeistaraskapin, Super Bowl, og fyrsti leikarin, sum vann meistaraheitið bæði í fótbólti og amerikanskum fótbólti á yrkisstøði. Hann var eisini tann fyrsti í amerikanskum fótbólti, sum brúkti Rabona (skotførleikin, har tú krossar beinini, tá tú skjýtur). Væleydnaða royndin við Fritsch gav øðrum møguleikan og ein av teimum var ein liðfelagi á landsliðnum, Toni Linhart, sum spældi fyri Wiener Sportclub í sjey ár og kom til USA árið eftir Fritsch og í 1972 skrivaði hann undir ein sáttmála við New Orleans Saints.

13. september 2005 andaðist “Wembley-Toni”.