Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjól í SMS

Eitt fólk er handtikið fyri stuldur í einum handli í sølumiðstøðini í Havn

Í gjár var eitt fólk handtikið uttanfyri SMS, tí viðkomandi hevði verið inni í einum handli í SMS, har viðkomandi hevði stolið nakrar lutir fyri nakrar túsund krónur.

Hetta var um middagsleitið í gjár.

Løgreglan varð boðsend, sum gjørdi kanningar á staðnum – við millum annað at hyggja eftir upptøkum á vakmyndatóli, og har fekk løgreglan staðfest, hvør viðkomandi var, ið hevði stolið í handlinum.

Tað gekk heldur ikki rúm tíð, so hevði løgreglan funnið viðkomandi, sum enn var nærhendis SMS.

Her fann Føroya Politi tjóvagóðs fyri nakrar túsund krónur, sum viðkomandi hevði uppi á sær, og viðkomandi var so handtikin.

Hetta fólkið er nú skuldsett fyri stuldur í morgun.

Í gjár – um 17-tíðina – høvdu fólk í Vestmanna møguliga sæð eitt hernaðarflogfar flúgva lágt gjøgnum Vestmannasund, men tað er ikki nakað, ið vakthavandi á løgreglustøðini hevði frætt um í morgun.