Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggju vippurnar tiknar í nýtslu í dag

85 ára gamla Dania Andreasen var tann fyrsta at kava av høguvippu

Nýggju vippurnar í Svimjihøllini eru nú avhendar og góðkendar og vippurnar og rusjibanin vórðu tikin í nýtslu aftur í dag.

Tað er Eysturlon við Hanus Olsen sum leiðara, sum hevur gjørt timburarbeiðið í tøttum samstarvi við Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðing.

Preben var eisini var við, tá svimjihøllin varð bygd og tikin í nýtslu í 1982. Frank Hansen og Rógvi Persson Jacobsen frá Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu hava arbeitt tætt saman við Preben.

Vippurnar eru gjørdar líka sum Gunnar Hoydal teknaði tær upprunaliga, tó eru trappurnar nú gjørdar eftir dagsins krøvum.

Fyrsta fólk at brúka vippurnar var Dania Andreasen, sum er 85 ára gomul. Hon hevur svomið dagliga í nógv harrans ár.

Borgarstjórin takkaði starvsfólkum og handverkarum fyri gott arbeiði, og takkaði brúkarunum fyri gott tolni, nú meðan vippurnar hava verið stongdar.

Kelda og myndir: Tórshavnar kommuna