Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Talvsambandið: Vit vilja fegin leingja sáttmálan við Helga

– Talvsamband Føroya heldur ikki, at tað er rætt, at ósemjur um sáttmálar og innanhýsis samráðingar verða bornar út til almenningin, sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya

– Talvsamband Føroya heldur ikki, at tað er rætt, at ósemjur um sáttmálar og innanhýsis samráðingar verða bornar út til almenningin, men tá hetta nú er gjørt, so kenni eg meg noyddan at koma við nøkrum rættleiðingum til teir skeivleikar, ið verða bornir fram.

Tað sigur Ingi Wiberg, formaður í Talvssambandi Føroya, í rættleiðing, sum hann hevur sent miðlum, eftir at ein grein varð send til miðlarnar í gjár, har tað kom fram, at ósemja um dagpengar var millum Talvsamband Føroya og stórmeistaran Helga Dam Ziska, og tess vegna hevur Helgi Dan Ziska tikið seg av landsliðnum.

Víðari skrivar formaðurin:

“Tað er ikki rætt at siga, at Talvsamband Føroya ikki er sinnað at leingja sáttmálan. TSF hevur bjóðað Helga ein nýggja sáttmála, ið ikki var góðtikin. Síðani var Helgi boðin á fund at viðgera uppskotið fyri at royna at finna eina semju. Hesum tók Helgi ikki av. Eftir hetta hevur TSF og Helgi samstarvað víðari kapping til kapping.

Tá sagt verður, at treytirnar fyri at telva á landsliðnum er versnaðar, er hetta heldur ikki rætt. Tað eru onnur viðurskifti í gamla sáttmálanum, ið TSF ikki ynskir at halda fram við. EM kappingar vóru ei heldur fevndar av gamla sáttmálanum.

Talvsamband Føroya kennir ikki til avtaluna millum Helga og Havnar Telvingarfelag, so hví hetta verður tikið fram í hesi greinini er óvist.

Formaðurin er ikki spurdur um at gera viðmerkingar til nakra grein, so hetta er heldur ikki heilt rætt”, sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg.