Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Blindur passasjerur á flogvøllinum í Vágum

Vága floghavn fekk í gjár ein óbodnan gest uttan ferðaskjøl, og leitað verður nú eftir fólki, ið møguliga vita, hvør hesin gesturin er

Tá tú skalt ferðast um flogvøllin í Vágum, er vanligt, at tú skalt hava passið við.

Í gjár var kortini ein ferðandi, ið ikki hevði fingið hesi boðini, og sum møtti upp á flogvøllinum uttan pappír av nøkrum slag.

Tann ferðandi varð afturhildin av flogvallarmyndugleikunum, men tað hevur ikki gingist sum ætlað við samskiftinum millum myndugleikarnar á flogvøllinum og tann ferðandi, tí hesin dugir sum skilst ikki eitt orð av føroyskum, og illgruni er eisini um, at viðkomandi ikki er myndigur.

Myndugleikarnir hava tí sent boð út fyri at vita, um nakar kennist við viðkomandi, og Djóraverndarfelagið hevur eisini veitt teimum í Vágunum eina hjálpandi hond í hesum arbeiðinum.

Um viðkomandi sigur Djóraverndarfelagið, at hann hevur svart hár og hvítan búk, at hann er millum fýra og sjey mánaðar gamal, umframt at hann fyri tað mesta gongur á øllum fýra. Eisini er hann nokk so spakur.

Djóraverndarfelagið heitir á fólk, ið møguliga kennast við viðkomandi, um at venda sær til Djóraverndarfelagið.