Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Helgi hevur telvað seg av landsliðnum

Ein ósemja millum Helga Dam Ziska og Talvsamband Føroya um dagpengar hevur ført við sær, at føroyski stórmeistarin nú gevst á føroyska talvlandsliðnum

Tá ið EM-talvstevna verður í Montenegro í november verður føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ikki við.

Talvssamband Føroya hevur gjørt ein nýggjan leist um dagpengar fyri teir, sum telva á landsliðnum. Hetta merkir millum annað, at Helgi Dam Ziska nú stendur til at fáa minni dagpengar enn áður.

Helgi Dam Ziska hevur í staðin talað fyri einari avtalu, sum er at kalla meinlík henni, ið hann hevur við Havnar Telvingarfelag fyri dystir í landskappingini, men Talvsambandið er ikki sinnað at ganga hesum ynski á møti.  

Tí hevur Helga Dam Ziska nú valt at taka seg av landsliðnum. 

Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur onga viðmerking til trætuna millum Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Talvsambandinum.

Harmast støðuna
Helgi Dam Ziska sigur, at hann vil ógvuliga fegin telva á føroyska landsliðnum, og harmast um støðuna, sum nú er íkomin.

Helgi hevur verið fastur fúsur á landsliðnum, síðan hann sum 16 ára gamal var á talvolympiadu á fyrsta sinni.

Síðan 2008 hevur hann uttan slit røktað krevjandi uppgávuna á 1. borði í OL, í EM og í smálandakappingunum. Einasta undantakið var smálandakappingin í 2015.

Talvsambandið hevur kunngjørt liðið til EM-stevnuna í Montenegro í november, og manningin er hendan:

1. Høgni Egilstoft Nielsen
2. Martin Poulsen
3. Rógvi Egilstoft
4. John Rødgaard

Eingin eykamaður er fyribils úttikin.

Frammanundan skulu Føroyar telva smálandakapping á Guernsey. Tann kappingin verður um mánaðarskiftið oktober/november, men enn er ikki heilt greitt, hvørjir fara at manna føroyska liðið.