Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Martha Louise og shamanurin skulu giftast næsta ár

Norska prinsessan og unnusti hennara, shamanurin Durek Verrett, hava greitt frá, at tey skulu giftast í august í 2024

Martha Louise prinsessa av Noregi hevur nú gjørt greitt, at hon og unnusti hennara, Durek Verrett, skulu giftast komandi summar.

Martha Louise hevur sagt frá sær allar kongaligar uppgávur – hóast hon framvegis hevur heitið sum prinsessa – soleiðis at hon kann fáast  við at selja alternativan heiligvág saman við Durek Verrett.

Durek Verrett sigur seg sjálvan vera ein shaman, og hann er kendur fyri at virka fyri ósakligum og ógrundaðum læknaviðgerðum.

Verrett hevur áður sagt, at tað, at fáa krabbamein, er eitt val, og hann hevur eisini selt talismannar, ið skuldu sigast at verja teg móti Covid-19.

Harumframt hevur hann eisini sagt, at hann er risin frá teimum deyðu, og at hann hevði fingið fyriboðan um álopini á Twin Towers í 2001 tvey ár undan álopinum.

Martha Louise sigur seg kunna síggja einglar, og hon hevur verið fyri atfinningum fyri at misbrúka hennara pláss í norska kongshúsinum til at selja alternativan heilivág.

Haraldur kongur hevur ynskt parinum til lukku og sagt, at hann gleðir seg at bjóða Verrett vælkomnum í familjuna.

Tey bæði Martha Louise og Durek Verrett hava gjørt greitt, at tey skulu giftast í býnum Geiranger í august næsta ár.