Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Onnur royndin eydnaðist

Grønlendska havrannsóknaskipið Tarajoq hevur nú hálað Ocean Explorer leyst

Fyrsta royndin miseydnaðist, men onnur royndin eydnaðist.

Ocean Explorer er hálað leyst av grønlendska havrannsóknaskipinum Tarajoq, eftir at skipið tók við botn mánadagin.

– Við góðari hjálp frá Tarajoq, og við egnari kraft, er Ocean Explorer nú leyst aftur, skrivar felagið, sum eigur ferðamannaskipið, Ocean Explorer, Sunstone.

Víðari skrivar Sunstone, at skipið nú skal kannast.

Grønlands Politi upplýsti í gjár seinnapartin, at vegna fráboðan frá grønlendska skipaeftirlitinum, so skulu umstøðurnar kring hendinga kannast nærri.