Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ótolnast eftir dialysuviðgerð í Suðuroy

Neyðugt er at fáa møguleikan fyri dialysuviðgerð í Suðuroy sum skjótast, heldur Bjarni Hammer

Umframt at ótolnast eftir, nær verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin verður løgd fyri tingið, vil Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, nú eisini hava at vita, hvussu tað gongur at fáa skipað dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Dialysuviðgerð er hørð og krevjandi viðgerð, ið reinsar blóðið í kroppinum, tá nýruni ikki megna at gera tað sjálvi.

Dialysusjúklingar um alt landið koma til Havnar til dialysuviðgerð, men hjá teimum sunnanfyri er ikki altíð líka lætt at sleppa til dialysuviðgerð, og Bjarni Hammer vísir á, at dialysusjúklingar í Suðuroy skulu til Havnar tríggjar ferðir um vikuna í øllum veðri til dialysuviðgerð-

Sambært dimma.fo eru umstøðurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi klárar til dialysuviðgerð, og høli og útgerð eru fingin til vega. Kortini vanta tó starvsfólk til viðgerðina, og hetta er nakað, ið Landssjúkrahúsið skal taka sær av.

-Tað er óskiljandi, at viljin ikki verið verið til staðar at geva hesum heilsubótina á staðnum, tá tað er øllum kunnugt, hvussu sjúk tey kunnu vera, og hvussu strævin túrurin til Havnar er hjá teimum.

-Nøkur hava longu valt at flyta av oynnim frá hús og heimi, tí tey ikki orkaðu meira, sigur Bjarni Hammer.