Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Royndin at hála Ocean Explorer leyst miseydnaðist

Eitt skip hjá grønlendska havrannsóknastovninum royndi í gjár at hála Ocean Explorer leyst, men royndin miseydnaðist. Sjóverjuskipið Knud Rasmussen kemur til ferðamannaskipið í morgin

Havrannsóknaskipið Tarajoq hjá Grønlands Naturinstitut royndi í gjár at hála Ocean Explorer leyst, eftir at skipið rendi seg fast í landnyrðingspartinum í Grønlandi mánadagin.

– Eftir innleiðandi kanningar og samband millum skipini bæði, royndi Tarajoq at hála Ocean Explorer leyst aftur, tá tað var flóð. Royndin miseydnaðist tíverri, og tí er støðan enn tann, at Ocean Explorer stendur fast í Alpefjørðinum, upplýsir Arktisk Kommando.

Síðan Ocean Explorer rendi á land mánadagin, hevur nakað verið skrivað um hendingina, men nú biður Arktisk Kommando um arbeiðsfrið til at loysa sínar uppgávur, og at stovnurin kemur við einari útsøgn, tá okkurt nýtt er at frætta.

– Tað hevur enn fyrsta prioritet hjá Arktisk Kommando at fáa sjóverjuskipið Knud Rasmussen fram til ferðamannaskipið. Mansskapið umborð á Knud Rasmussen ger sítt besta at koma fram skjótast gjørligt, skrivar Arktisk Kommando.

Vegna vánaligt veður á leiðini, har Knud Rasmussen er í løtuni, hevur skipið minkað um ferðina. Hetta merkir, at sjóverjuskipið væntandi kemur til Alpefjørðin í landnyrðingspartinum í Grønlandi fríggjakvøldið – og ikki fríggjamorgunin, sum Arktisk Kommando annars hevði boðað frá.

Tarajoq við bryggju Innan Glyvur (Mynd: Vónin)

Mánadagin 22. November í fjør kom nýbygda grønlendska havrannsóknaskipið, Tarajoq, á Skálafjørðin, har ymisk smáarbeiði skuldi gerast í Føroyum. Skipið setti kós móti Grønlandi í januar mánaði í ár.

Tarajoq er bygt í Spania, er 61,4 metrar langt, 16,3 metrar breitt og er 2.896 brutto tons. Motorurin er ein MAN, sum saman við ljósmotorinum gevur 3.700 kw. á skrúvuna. Skipið er serútgjørt til havrannsóknir í grønlendskum sjógvi, er ísstyrkt og er eitt av best útgjørdu skipum í heiminum av sínum slagi. Harafturat kann tað trola niður á 2.300 metrar ella djypri.

Les eisini...  Løgtingsfólk og løgtingskvinnur: Uppskotið samtykt við 2. viðgerð

Sirius-patruljan hevur tikið nakrar myndir av Ocean Explorer, nú tað stendur fast í Alpefjørðinum í Grønlandi: