Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Helgi Dam Ziska er við aftur

Ósemjan, sum fekk Helga Dam Ziska at taka seg av landsliðnum í fjør heyst, er nú greidd í sátt og semju millum partarnar, skrivar Talvsambandið

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.

Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022. 

Tað merkir, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur á føroyska landsliðnum. 

– Ósemjan, sum fekk okkara besta telvara at taka seg av landsliðnum í fjør heyst, tá Føroyar luttóku í kappingini fyri smátjóðir í Evropa umframt í stóru EM-stevnuni, er nú greidd í sátt og semju millum partarnar, skrivar Talvsambandið.

Liðið sær soleiðis út: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard.

– Allir hava játtað, at teir eru fúsir og tøkir. Tað verður tí sterkasta lið, sum Føroyar fara at senda til Ungarn í heyst, skrivar Talvsambandið.

John Arni Nilssen, sum hevur triðhægstu ratingina av føroysku telvarunum, er gliðin av føroyska styrkilistanum, tí hann hevur rætt og slætt telvað ov lítið í seinastuni. Martin Poulsen, sum var við á landsliðnum í fjør heyst, var júst ov stuttur hesaferð. Luitjen Akselsson Apol hevur við FM-sigrinum á páskum tryggjað sær sæti á liðnum. 

Talvolympiadan verður í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í døgunum frá 10. september til 23. september í ár.

Limalondini í altjóða talvsambandinum eru nú 203 í alt. Eftir nýggjasta styrkilistanum, ið kunngjørdur var 1. apríl, standa Føroyar nummar 76 í røðini av heimsins 203 talvtjóðum.