Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aleksandur og liðfelagarnir arbeiddu hart og fingu løn fyri stríðið

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum, ið komu í dystinum við Djúpumýru KÍ-B68 1-1 (1-1). Hoyr Regin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Aleksandur Ólavsson Jensen hjá B68, ið staðfestir, at hann og liðfelagarnir máttu arbeiða ógvuliga hart í kvøld, og tí var gott at fáa eitt kærkomið stig fyri stríðið. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við hjálparvenjaran hjá KÍ, Daniel Berg Hestad sum er sera vónbrotin av at missa tvey stig. Hann heldur fyri at vinna Betrideildina er hóast alt týdningarmiklari enn Europa Conference League.

Mynd: Rúni á Reynatrøð