Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í Skúlanum við Løkin dansa næmingar og lærarar í fríkorterinum

Hetta er ein roynd at fáa næmingar, sum eru einsamallir ella ikki partur av einum felagsskapi, og næmingar, sum hava ilt við at finna okkurt at gera í fríkorterinum, upp í felagsskapin. Onkuntíð kunnu einir 100 næmingar og lærarar dansa. Tað sigur Sharon Sivertsen, lærari í Skúlanum við Løkin.

Hvat kunnu vit gera í fríkorterinum fyri at fáa allar næmingar við og fyri at fáa næmingar at vera saman? Tíðliga í hesum árinum fóru tey undir nýtt tiltak í Skúlanum við Løkin í Runavík. Nakrar ferðir um vikuna verður dansað eitt heilt fríkorter – inni ella úti. Tað er Sharon Sivertsen, lærari, sum hevur tikið stig til hetta. Hon er lærari á triðja ári í Runavíkar kommunuskúla. Harumframt hevur hon undirvíst í dansi í nógv ár í Havn.

– Eftir at vit settu telefonpolitikk í gildi, sum sigur, at tú ikki skalt hava telefon í skúlatíðini, hava nógvir næmingar havt ilt við at finna seg til rættis í fríkorterinum; teir hava verið eitt sindur vilstir og ikki vitað, hvat teir skulu gera. Haraftrat eru tað næmingar, sum eru nógv fyri seg sjálvar og uttan fyri felagsskapin. Eg havi dansað í nógv ár, so tað var nokk so upplagt at royna hetta. Tað einasta, sum krevst, er ein góður hátalari, og ein, sum leggur lag á ella skipar fyri, sigur Sharon Sivertsen.

Fyri at vita, um næmingarnir fóru at taka undir við at dansa, var byrjað við at dansa eitt fríkorter um dagin í eina viku. Fyrst hildu nógvir næmingar seg eitt sindur aftur og hugdu bara at, og tað er skiljandi, heldur Sharon Sivertsen, tí at dansa í fríkorteri til harðan tónleik saman við lærarum er nýtt og ókent.

– Tað gekk ikki long tíð, til vit sóu, at dansurin skapti gleði, at næmingar tosa saman, eisini næmingar, sum annars ikki tosa so nógv saman. Tá dansur er á skránni, kemur tú inn á næmingarnar á ein heilt annan hátt, enn tú annars gert. Hetta er sjálvboðið, so næmingarnir verða á ongan hátt trýstir, um teir ikki vilja. Nú vit hava roynt hetta eina tíð, síggja vit, at næmingar, sum hava verið nógv fyri seg sjálvar, koma meiri út, at næmingar tosa saman tvørtur um floksstig og tvørtur um vinabólkar. Tey hava tikið so mikið væl undir við dansinum, at tey sjálv skipa fyri dansi eisini, og tey finna upp á ymsar dansir. Tey tíma so væl, at tey spyrja eftir, nær vit fara at dansa.

Les eisini...  Føroyskir fangar skulu kunna fáa elektróniska fótleinkju

Nú nýtt skúlaár er byrjað, verður dansað í fríkorterinum tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið veðrið er til vildar, verður dansað úti, og er tað ikki til vildar, verður dansað inni. Sharon Sivertsen lærir næmingarnar ein dans um vikuna; hon leggur seg eisini eftir at læra tey at dansa pardans, sum nógv ikki duga, men sum tey – serliga teir eldru næmingarnir – vilja duga.

– Vit dansa somu dansir aftur og aftur, so tey samanlagt læra nógvar dansir. Flestu dansir eru einsæris, so ongum nýtist at kenna seg uttanfyri. Dansa vit pardans, syrgja vit fyri, at øll hava onkran at dansa við. Við at dansa fáa vit øll við, tí dansur diskriminerar ikki. Og tað er líkamikið, um tú ert einsamøll ella einsamallur ella í bólki, tí í dansi eru øll saman. Tað snýr seg ikki um at duga væl ella duga best ella at vera bangin fyri at gera okkurt býtt. Eingin hyggur at, hvussu tú dansar, eingin flennir at tær, um tú gert okkurt, so øll kunnu vera við, og øll eru líka.

Gott og væl 500 næmingar ganga í skúlanum. Tað eru serliga yngri næmingar, upp til 8. flokk, sum tíma væl at dansa, men eldri næmingar eru eisini við.

– Yngstu næmingarnir eru fjórði flokkur, sum hava gingið fyrstu skúlaárini í øðrum skúla. Tey halda seg ofta eitt sindur fyri seg sjálv í fyrstani, men vit hava avtalað við næmingarnar, sum plaga at dansa, at vit skulu fáa fjórða flokk uppí, soleiðis at tey í fjórða verða integrerað í skúlan og kenna seg at vera vælkomin.

Les eisini...  Dronur kunnu brúkast í Norðurhøvum

Í fjør legði Sharon Sivertsen næmingunum í í framhaldsdeildini lag á at dansa saman. Teir vildu læra pardans, tí tað er stuttligt at duga, tá veitsla er.

– Vit brúktu nakrar ítróttatímar at læra teir at dansa, og teimum dámdi sera væl, so áhugin at dansa er stórur sum heild.