Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Svøríki: Sjey fólk deyð av skotum seinastu tíggju dagarnar

Eitt serligt ráð skal nú umrøða, hvussu forðast kann fyri, at bandar útvega sær børn og ung at fremja organiseraðan kriminalitet

Svenska stjórnin er kallað saman til ein serligan fund, fyri at umrøða teir mongu skottilburðirnar, ið hava verið í Svøríki seinastu tíðina.

Tað skrivar svenska kringvarpið, SvT.

Sambært einari uppgerð hjá SvT, so eru sjey fólk deyð av skottilburðum seinastu tíggju dagarnar í høvuðsstaðnum, Stokkhólm, og eisini í Uppsala.

Fundurin, sum stjórnin hevur kallað inn til, verður í næstu viku í Ráðnum móti organiseraðum kriminaliteti.

63 fólk deyð í skottbardøgum
Hetta serliga ráðið varð sett á stovn í desember í fjør, og svenski løgmálaráðharrin stendur á odda fyri hesum ráðnum.

– Vit skulu uppraðfesta arbeiðið við at niðurberja tílíkan kriminalitet, sigur svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer frá Moderaterna, við SvT.

Ráðið skal millum annað kjakast um, hvørji átøk skulu setast í verk, so bandar ikki kunnu útvega sær nýggjar limir, sum eru børn og ungdómar, skrivar SvT.

Millum teir føstu limirnar í Ráðnum móti organiseraðum kriminaliteti er ríkispolitiovastin í Svøríki. Fleiri partar eru bjóðaðir við til fundin, ið verður í byrjanin í næstu viku – herímillum umboð fyri útbúgvingarskipanina og svenska sosialstýrið.

Svøríki setti í fjør eitt keðiligt met. Tá doyðu 63 fólk í skottbardøgum kring landið. Árið fyri var talið 45 fólk.