Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Amerikanskt stríðsflogfar horvið

Tað er ikki greitt, hví flogskiparin varpaði seg úr flogfarinum í gjár, men flogfarið er ikki komið aftur í aftur, og amerikanski herurin biður nú borgarar í South Carolina um hjálp at finna flogfarið

Amerikanski herurin biður nú íbúgvarnar í South Caroline um hjálp at finna eitt F-35 stríðsflogfar, ið harv eftir at flogskiparin í gjár nýtti katapultsetrið og varð varpaður úr flogfarinum.

Talsfólk fyri amerikanska herin siga sambært The Guardian, at flogskiparin varpaði seg úr flogfarinum eftir eitt óhapp, og at hildið verður, at flogfarið møguliga liggur nærhendis tveimum vøtnum norðan fyri North Charleston.

Greitt verður ikki frá, hvat óhapp talan var um, men flogskiparin er fluttur á sjúkrahús. Kannað verður nú, júst hví flogskiparin fór frá flogfarinum.

Talan var um tvey F-35 stríðsflogfør, ið vóru á flogi saman, men hitt flogfarið lendi í øllum góðum á Joint Base Charleston, sigur ein majorur í amerikanska herinum.

Nancy Mace, sum er umboðsnevndartingkvinna í amerikanska umboðsmannatinginum fyri South Carolina, er tó ikki serliga fegin um, at eitt stríðsflogfar bara soleiðis er horvið, og á Twitter hevur hon spurt, hvussu hetta ber til, og um ikki tøkni er umborð á flogfarinum, ið ger ta lættari at finna aftur.