Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ókeypis konsert við ENEKK

Í ár er Útnorðurdagurin sama dag sum nýggi evropeiski fólkatónleikaradagurin. Í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið ókeypis konsert við fólkatónleikarabólkinum Enekk, 23. september klokkan 16

Norðurlandahúsið bjóðar ókeypis konsert við fólkatónleikarabólkinum Enekk, 23. september klokkan 16.

Bólkurin Enekk varð stovnaður í 1991 og hevði lagið “Eru vit til?” við á útgávuni “Amnesty Tónar” sama árið. 1993-2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast aðrar útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur hann verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands við jøvnum millumbilum síðani tá.

Nógvir tónleikarar hava verið partur av bólkinum í longri og styttri tíðarskeið, m.a. bulgarskir fólka- og jazztónleikarar, men bulurin í bólkinum hevur verið Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, synth og harmoniku. Tað eru eisini teir, ið fara at framføra á konsertini í Norðurlandahúsinum. Umframt tónleik úr Enekk-útgávum eru nýggjari sangir hjá Kára á skránni, m.a. við yrkingum eftir íslendska skaldið Einar Már Guðmundsson.

Um Útnorðurdagin
Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði.

Evropeiski Fólkatónleikaradagurin (European Folk Day)

Hetta er fyrstu ferð, at evropeisku londini savnast um Evropeiska Fólkatónleikaradagin. Endamálið við degnum er at leggja vísa á týdningin, sum siðbundin list sum tónleikur, dansur og tað, at siga søgur, hevur. Í hesum sambandi skipar Fólkatónleikarafelagið saman við TUTL fyri einari framsýning við føroyskum fólkatónleikaútgávum. Framsýningin er at síggja í Tutl-handlinum, 18.-25. septembur, mánadag til fríggjadag kl. 10-17.30 og leygardag kl. 12-16.