Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur ráðgevi hjá Vinnuhúsinum

Vinnuhúsið hevur sett Alva Hjelm í starv sum ráðgeva

Vinnuhúsið hevur fingið ein nýggjan ráðgeva. Talan er um Alva Hjelm, sum vit millum annað kenna frá svimjing.

Hann byrjaði í farnu viku í sínum nýggja starvi hjá Vinnuhúsinum.

Alvi er útbúgvin Cand.merc.(jur.) frá Copenhagen Business School og hevur royndir frá danska fíggjareftirlitinum.

Starvið fevnur um ráðgeving av limunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag innan setanar- og sáttmálaspurningar. Harumframt er Alvi tengdur at Ráðgevarafelagnum og Handilsvinnufelagnum sum ráðgevi og skrivari.