Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðvør og Adrian best í august

Í harðari kapping við Heidi Sevdal úr NSÍ, bleiv Eyðvør Klakstein vald sum besti spælarin í august mánaða. Hjá monnunum var eingin ivi. Við nærum fullum stigatali, varð Adrian Justinussen úr HB valdur til besta spælara

Eftir at hava luttikið í Champions League í síðstu viku, høvdu kvinnurnar úr KÍ aftur dyst í Betri Deildini leygardagin, tá tær vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í august.

Eyðvør vann eisini heiðurin fyri juni/juli, og sigast má at hon og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt sera gott kappingarár, har tær longu hava tryggjað sær FM heitið.

Sjálv hevur Eyðvør skorað 19 mál í 19 dystum, sum má sigast at vera framúr hagtøl.

Tað var pápi Adrian, Rúni Justinussen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini. Rúni var í nógv ár ein av berandi kreftunum á sterka GÍ liðnum, sum í 90’unum millum annað vann fýra FM heitir á rað. Harafturat er Rúni Justinussen eisini skrásettur fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar, sum var á heimavølli móti Kekkoslovakia í 1993 (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

Nærum fult stigatal
Tað var um reppið, at bóltsnillingurin við fantastiska sparkiteknikkinum, Adrian Justinussen úr HB av álvara gjørdi slætt borð, tá besti spælarin í Betri Deildini hjá monnum í august mánað skuldi veljast.

Tá talt varð saman, hevði Adrian Justinussen fingið 24 av 27 møguligum stigum. Nummar 2 gjørdist Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, meðan Bjarki Nielsen úr B36 endaði á triðja plássi í atkvøðugreiðsluni.

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa, og eg eri sjálvandi glaður og takksamur fyri at verða valdur. Annars hevur hetta kappingarárið gingið hampuliga væl. Tapið fyri KÍ í dag gjørdi tó at møguleikin fyri FM fánaði eitt sindur, men vit eru enn við í steypakappingini, og hana ætla vit okkum sjálvandi at vinna, sigur Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF.

Les eisini...  Fyrstu ferð móti Albania

At tað hevur gingið væl hjá Adriani Justinussen í hesum kappingarárinum, sæst eisini aftur á máltindinum, har hann í løtuni er á 2. plássi við 15 málum. Ovastur á tindinum er Páll Klettskarð úr KÍ við 16 málum.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fingu Eyðvør Klakstein og Adrian Justinnussen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur hvør frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo