Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

“Liv uttan harðskap” latin upp alment

Seinnapartin í gjár varð móttøka, í sambandi við at víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum fekk nýggj høli

Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum tók nýggj høli í brúk og samstundis fekk búmerkið sítt og navnið “Liv uttan harðskap”.

Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at betra um ambulantu ráðgevingina í Kvinnuhúsinum. Og nú er so latin upp ein harðskapsráðgevingin, ið er ætlað kvinnum og monnum, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum, eins og avvarðandi, sum ofta hava tørv á ráð og vegleiðing í mun til støðuna hjá teirra kæru.

Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, luttók og bar fram røðu. Hon segði millum annað:

“Vit eiga sum samfelag støðugt at vera uppá vakt og miðvíst stremba eftir at ongin skal noyðast at liva í harðskapi. Tí harðskapur er altíð eitt samfelagsmál og ongantíð eitt privatmál. Harðskapur er ein samfelagstrupulleiki. Harðskapur er ólógligur og skal ongantíð góðtakast ella rættvísgerast. Hetta fara vit at standa saman um”.